04.04.2025

Teknikapping

Í summar er ætlanin at fara at mála endaveggin á Atlantis. Vit hava fingið Hans Jacob Østerø at hjálpa okkum.

 

Til tað hava vit brúk fyri inspiratión.....tað er har vit hava brúk fyri hjálp frá tykkum. 

Tekna, mála, fotograferað ella finn okkurt, sum tú heldur ímyndar Húsið.

Gev einum av starvsfólkunum í Húsinum tað ella send tað á husid@klaksvik.fo innan 11. apríl kl. 23.00.

Øll frá 3. flokki til og við 18 ár eru boðin at koma við onkrum - kanska vit eisini finna ein vinnar millum tær flottastu tekningarnar ella besta hugflog:)

 

Vit kunnu ikki lovað, at títt íkast veður brúkt í sínum reina formi, men vit lova, at Hans Jacob hyggur eftir øllum, og ger okkurt kul burturúr tí:)